Andrias Edmundsson spældi í dag sín næsta dyst fyri Chojniczanka, og sín fyrsta dyst í tríðbestu deildini í Pólandi.
Chojniczanka tók á heimavølli móti Kotwica Kolobrzeg.
Tá 71 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki fekk Andrias beinleiðis reytt kort.
Dysturin millum Chojniczanka og Kotwica Kolobrzeg endaði við javnleiki 1-1.
Damian Nowacki legði Chojniczanka á odda 1-0 tá bert sjey minuttir vóru farnir av dystinum.
Kotwica Kolobrzeg javnaði til 1-1 upp á brotsspark miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Chojniczanka er nummar 13 í deildini við fýra stigum fyri fýra dystir.
18 lið eru í triðbestu deildini. Tvey tey fremstu flyta upp í næstbestu deildina aftaná lokið kappingarár, og liðini sum enda millum nummar trý og seks spæla Play Off dystir um uppflyting til næstbestu deildina.