Løgreglan kom fram á børnini heima hjá erkabiskuppinum Gilbert Deya í kenyanska høvuðsstaðnum Nairobi. Hann hevur tilnevnt seg sjálvan leiðara í kirkjuni The Gilbert Deya Ministries, sum hevur havt sera stóra framgongd í Bretlandi í seinastuni.
Sambært BBC heldur biskuppurin uppá, at hann hevur serlig evni at hjálpa kvinnum, sum ikki kunnu fáa børn, soleiðis at tær kortini gerast við barn. Hann skal eisini hava hjálpt fleiri eldri kvinnum við tí sama. Aðrar keldur vilja vera við, at biskuppurin hevur fingið fleiri bretskar kvinnur at halda, at tær vóru vorðnar við barn, og at tað var Guð, sum hevði gjørt tað. Sjálvur sigur biskuppurin, at við at biðja hava hann og konan fingið trettan børn tey seinastu fimm árini.
Men myndugleikarnir í Kenya, enska kirkjan og fleiri barnafelagsskapir leggja Gilbert Deya undir at reka handil við børnum. Eitt nú hava myndugleikarnir avdúkað, at nakrar kvinnur í Bretlandi, sum søgdu seg vera vorðnar við barn við Guði ella Jesusi, fingu boð um at koma til Kenya, har tær nakrar dagar seinni fingu hvør sítt barn. Bretsku myndugleikarnir hava síðani tikið DNA-royndir av nøkrum av hesum børnunum, og royndirnar samsvaraðu ikki við DNA-royndir av "mammunum", sigur BBC.
Starvsbrøður hjá Gilbert Deya, erkabiskuppi, halda lítið um avrik hansara. Dominic Walker, sum er biskuppur í Masmouth og talsmaður hjá ensku kirkjuni, ásannar fyri BBC, at hann trýr upp á undurverk. Men tað er ikki talan um undurverk í hesum førinum, men heldur eitt ella annað slag av barnahandli, sigur hann við BBC.
Patrick O'Brian, sum starvast á Royal College of Obstetrics and Gynaecology, sigur, at kanningar av "mammunum" hava víst, at tær høvdu ikki verið við barn. Hann heldur, at Gilbert Deya, biskuppur, ger sær dælt av barnleysum hjúnum, sum ofta eru til reiðar at gera hvat sum helst fyri at fáa børn.
-Hetta eru ikki undurbørn, men børn hjá øðrum, og myndugleikarnir mugu fáa greiði á, hvaðani hesi børnini eru komin, sigur Patrick O'Brian.
The Gilbert Deya Ministries hevur umleið 36.000 limir í Bretlandi, og harafturat hevur kirkjan deildir aðrastaðni í Evropa umframt í Afrika og Asia.