Amnesty: Børn offur í stríðnum

Amnesty International

Amnesty fordømir í dag ógvuliga hvassliga álopið í Basra í gjáramorgunin, sum kravdi minst 58 mannalív, flestu teirra børn sum vóru á veg í skúla.
Vitleys álop sum hetta avdúka fullkomiliga vantandi virðing fyri mest grundliggjandi mannarættindunum ? rættinum til lív. Í ringastu meldurtíðini mikumorgunin brustu fleiri bumbur samstundis tætt við tríggjar politistøðir í Basra og nærindis politiskúlanum í Zubair. Tveir skúlabussar, sum koyrdu framvið, vórðu raktir.
Tey, sum skipaðu fyri bumbuatgerðini, mugu koma fyri rættin fyri heilt klárt at peika á , at tey sum fremja slíka brotsgerð ikki sleppa snikkaleys.
Stríðið í Irak krevur alt fleiri sivil offur. Vantandi trygd avmarkar gerandisdagin hjá hvørjum einasta iraka, og einhvør kann verða dripin av vitleysu álopunum. Týsdagin vórðu 22 fangar dripnir, tá ið ein granat brast í Abu Graib fongslinum vestan fyri Bagdad. Meira enn 600 fólk, teirra millum fleiri kvinnur og børn, vórðu dripin í tí hersetta býnum Falluja. Støðan hjá teimum sivilu í Falluja er ógvuliga ótrygg, og Amnesty ber ótta fyri, at tey sivilu aftur fara at enda mitt í stríðnum, og at tann humanitera vanlukkan versnar, um tað ikki verða gjørd munagóð tiltøk fyri at forða hesum.