Tá in.fo fór at kanna málið sást, at talan var um ein stuttleikabát av Jamaica, sum var komin á Havnina. Talan er um stuttleikaskipið Compass Rose.
Skipasmiðjan Mest skrivar í morgun, at Compass Rose er komin til Havnar fyri at fáa gjørt umvælingar á MEST.
Compass Rose, sum er slakar 50 metrar long og 12 metrar breið, var ávegis til Íslands úr USA tá óveður kom á tey.
##med2##
– Stóra stutteikajaktin fekk skaða á skrokkin í óveðrinum og avgjørdi at koma til Føroyar á MEST at fáa umvælt skaðan, skrivar Mest.
Skipið siglir undir jamaikaflaggi.