Amerikanskur jødi vitjar í Føroyum

Í hesum døgum vitjar amerikanski jødin, Avi Snyder, í Føroyum. Hann er leiðari fyri felagsskapinum, Jews for Jesus, ella Jødar fyri Jesus, í Evropa.

Á Føroyaferðini fer hann at halda møti ymsastaðni í landinum og har fer hann eisini at kunna um arbeiðið hjá felagsskapinum, Jødar fyri Jesus.

Avi er amerikanari og hevur gudfrøðisliga útbúgving.

Hann arbeiddi í nógv ár millum jødar í Ukreina, síðani í Týsklandi, og síðsta heyst flutti hann til Budapest í Ungarn.

Avi Snyder er gestur hjá Ísraelsmissiónin, og í Føroyum verður hann við á tiltøkum í Skálavík, í Havn, í Sørvági, á Skála, í Fuglafirði og í Klaksvík.