Fimm amerikanskir hermenn dotðu, tá ein av feløgum teirra gjørdist frá sær sjálvum og fór at skjóta eftir øðrum hermonnum á einari herstøð í Bagdad Amerikanska herleiðslan sigur, at tilburðurin var seinnapartin á herstøðini Camp Liberty, sum er tætt við floghavnina í Bagdad.
Herleiðslan dugir ikki at siga, hví hermaðurin skeyt sínar landsmenn. Tey fyrstu tíðindini søgdu, at hermaðurin hevði beint fyri sær, men seinni varð sagt, at hann er tikin.
-Talan er um ein amerikanska hermann, og hann er í okkara varðveitslu, sigur hernaðartalsmaðurin Tom Garnett.