Njósning
Árni Joensen:
Brian Regan arbeiddi hjá tí loyniliga stovninum NRO, sum hevur eftirlitið við teimum amerikansku njósnarafylgisveinunum. Í august í 2001 tók FBI hann, júst sum hann var á veg umborð á eitt flogfar, ið skuldi til Sveits. Uppi á sær hevði hann skjøl um rakettstøðir í Irak og Kina umframt telefonnummar og adressur hjá iraksku og kinesisku sendistovunum í Sveits og Eysturríki.
Í øðrum skónum hjá Brian Regan fann FBI eitt pappír við adressunum hjá fleiri øðrum irakskum og kinesiskum sendistovum í Evropa. Sambært FBI hevði maðurin eisini skrivað Saddam Hussein og libyska leiðaranum, Muammar Gaddafi, bræv, har hann beyð sær til at útvega teimum týðandi upplýsingar, um hann fekk pengar afturfyri.
Rætturin hevur nú dømt fyrrverandi fregnartænastu serfrøðingin sekan í njósning, men enn er ikki avgjørt, hvørja revsing hann fær. Tað kann henda, at Brian Regan verður tann fyrsti amerikanarin í 50 ár, sum verður avrættaður fyri njósning. Tað avgerandi fyri revsingina er, um rætturin kemur til ta niðurstøðu, at hann hevur latið Irak loyniligar hernaðarligar upplýsingar.