Meira enn helmingurin av øllum vaksnum fólkum í USA hava nú fingið fyrra prikið av koppseting ímóti koronu.
Tað vísa tøl frá miðstøðini fyri sjúkueftirlit og fyribyrging í USA, CDC.
Síðani USA fór undir koppsetingar fyri fýra mánaðum síðani, hava 130 milliónir amerikanarar yvir 18 ár soleiðis fingið fyrra skamtin av koppingarevni.
Hetta talið er 50,4 prosent av øllum vaksnum fólkum í USA, har tað búgva 330 milliónir fólk.
Næstan ein triðingur av teimum vaksnu hava fingið báðar skamtarnar av koppingarevni og eru harvið liðug koppsett.
Í miðal verða hvønn dag tríggjar milliónir koppsett í USA, upplýsa Hvítu Húsini.
Ta fyrstua prikið var latið eini sjúkrasystur í New York 14. desember í fjør. Síðani hevur amerikanska stjórnini setti ferðina upp fyri koppseting, og eru soleiðis yvir 200 milliónir skamtar latnir síðani.
Tað var upprunaliga eitt mál hjá Joe Biden, forseta, at lata 100 milliónir skamtar fyri 1. mai. Tað var síðani tvífaldað.
USA brúkar serliga koppingarevni frá Moderna og Pfizer. Fyri kortum hildu tey uppat við at brúka koppingarevni frá Johnson & Johnson eftir seks tilburðir við sjáldsomum blóðtøppi.
Koppingarevnið frá Johnson & Johnson krevur bara eitt prik fyri at virka, meðan onnur sløg krevja tvey prik.
USA er tað landið í heiminum, sum hevur flest fólk deyð við koronu mált í tølum. Síðani farsóttin byrjaði eru fleiri enn 567.000 koronusjúklingar í landinum deyðir.
/ritzau/Reuters