Red Triangle er ein fyritøka í Onglandi, sum hevur útvegað eykalutir og tænastu til ensku Alvis bilarnar, síðan framleiðslan steðgaði í 1967. Red Triangle hevur nú ætlanir um at byrja framleiðslu av einum nýggjum Alvis.
Alvis vórðu gjørdir á verksmiðjuni Alvis Car and Engineering Company Ltd of Coventry í Onglandi frá 1920. Eftir at Alvis verksmiðjan í 1965 varð løgd saman við Rover, steðgaði framleiðslan av Alvis bilum í 1967. Framleiddir vórðu tilsamans 22.000 Alvis bilar.