Hóskvøldið framførdi Alvi Joensen fyri einum fullum Mykinessali í Listaskálanum í Havn. Nú er so høvi hjá eysturoyingum at hoyra hann. Hann fer at spæla konsert í Gøtu kirkju. Alvi byrjaði tónleikaligu útbúgving sína í Musikkskúlanum í Gøtu hjá Magnusi Jacobsen. Har leikti hann eitt skifti og søkti so inn á Muskkskúla Miðnám í Tórshavn, ið er eitt serstakt tilboð til evnaríkar føroyskar tónleikarar. Hann er nú næmingur hjá gittarleikarinum Ólavi Jakobsen.
18 ára gamli Alvi Joensen er ikki heilt ókendur sum gittarleikari, hóast hann bert er 18 ára gamal. Hann hevur longu víst síni serstøku evni og hevur vunnið 1. virðisløn í tónleikakappingini hjá Berlingske Tidende.
Hann var eisini solistur við Føroya Symfoniorkestri á Jólakonsertum teirra í Runavík og í Ítróttarhøllini á Nabb í 2007, har ið hann framførdi brot út Gittarkonsert hjá spanska tónaskaldinum Joaquin Rodrigo.
Eisini hevur hann verið at sæð á skýggjanum í Kringvarpinum, tá ið ung tónleikatalent hava framført í sendingini ?Ung spæla klassiskt?
Umframt dagligu skúlagongdina á Musikkskúla Miðnámi, hevur Alvi longu verið uttanlands og nomið sær lærdóm. Hann var í fjør summar á master-class í Dartington í Onglandi, har ið enski gittarleikarin Julian Byzantine, legði honum lag á.
Á skránni hevur hann sera spennandi spanskan og suður-amerikanskan tónleik.
Konsertin er í slakan tíma - uttan steðg. Ókeypis atgongd.
? Leygardagin 21. mars kl. 16.00 í Gøtu kirkju