Johan Dahl, løgtingsmaður
Vágur 27. des. 2005
Skulu vit:
sum tað ultimativa taka stigið til ES limaskap gjøgnum Ríkisfelagskapin í eini avtalu eftir t. d. álendskum leisti ella Isle of Man-leisti, har vit stremba eftir at hava fullan ræðisrætt framhaldandi yvir okkara fiskatilfeingið og eisini eini komandi oljuvinnu?
Ella skulu vit:
framhaldandi royna at hava sokallaða assosieraða avtalu við ES, har vit royna at fáa sum frægast burturúr, men har vit vita, at tað altíð verður tað næst- ella triðbesta vit fáa burturúr?
Ella skulu vit:
gera tað sum løgmaður tráar eftir, nevniliga at fáa ein EFTA limaskap í eini roynd tann vegin at fáa atgongd til sama marknað, nevniliga ES marknaðin, hendan sera áhugaverda marknað, ið er førur fyri at gjalda fyri góðsku.
EFTA limaskapur gevur beinleiðis atgond til tey lond (umleið 14) sum EFTA hevur fríhandilsavtalur við. Vit kunnu sum er tó ikki gagnnýta EBS samstarvið, og tá er líkasum glansurin farin av einum slíkum limaskapi.
Heimsins mest eksklusivi klubbi við 25 limalondum og 81 ørðum londum í sonevndu »Eurospheruni«
Tey 25 limalondini hava eitt íbúgvaratal uppá uml. 480 milliónir fólk, og tey lond/og sjóøkir, sum hava mark upp at hesum limalondum telja 81 lond við uml. 385 milliónum íbúgvum.
Lond sum liggja rundanum hesi 109 londini telja tilsamans 900 mill. íbúgvar og eru flest øll tengd at ES sum teirra størsta samstarvspartnara, tað verið seg við vørum, tænastum, kreditveitingum, íløgum, menningarhjálp, neyðhjálp o. ø.
Hesar umleið 2 milliardir menniskju 1/3 av heimsins íbúgvum, liva í sonevndu »Eurospheruni« og verða dagliga ávirkað av ES, sum stig fyri stig transformerar tey við at vegleiða, hjálpa, gera verkætlanir og leiðbeinir tey til at gera skipanir og ætlanir eftir evropeiskum leisti. Tey verða við øðrum orðum lærd at virka eftir »the European way of doing things«.
Tey 4 frælsini
Í ES-samveldinum koma vørur, tænastur, fólk og kapitalur at flyta ótarnað tvørturum landamørk uttan nakrar forðingar fyri limalondini.
Rætt til lesnað, arbeiði og sosialar og aðrar tænastur hava øll somuleiðis hjá hvørjum øðrum. Tað verður eisini givin bæði hollur fíggjarligur stuðul og ráðgeving til átøk/verkætlanir/granskingarætlanir o. a. sum verða mett at hava vinnuframa og menning við sær, og sum eru umhvørvisvinarlig, eins og mentan, list, gransking o. a. verður høgt raðfest.
Alsamt broytandi heimur
Fortreytirnar í samvinnu okkara við útheimin broytast støðugt, og tær stóru búskaparligu og handilspolitisku broytingarnar í londunum rundanum okkum seta føroyskum vinnulívi nýggjar og størri avbjóðingar, og tað eru hesar, vit støðugt mugu fyrihalda okkum realistiskt til. Altjóðagerðin ávirkar okkum hvønn dag og krevur, at vit eru við og fylgja við, um vit ikki vilja verða eftirbátur.
Fjarstøðan millum rík og fátøk
Altjóðagerðin kann eisini økja um munin millum tey ríku og tey fátæku londini, alt eftir um londini eru før fyri at umseta møguleikarnar sum liggja í altjóðagerðini. Her spælir góð samfelagsstýring og atgongd til tøkni og marknaðir ein avgerðandi leiklut.
Ótryggleikin
Altjóðagerðin førir eisini stórar og skiftandi broytingar við sær. Hetta skapar eitt trýst á øll heimsins lond at tillaga seg. Ein dagligdagur í áhaldandi broyting hevur við sær óvissu hjá mongum menniskjum - serliga teimum sum ikki hava útbúgving.
Tillaging altumráðandi
Altjóðagerðin og fyrimunirnir við henni verða heystað av teimum menniskjum og virkjum, sum duga at gagnnýta møguleikarnir í altjóðagerðini. Vansarnir raka tey, sum ikki kunna ella ikki vilja tillaga seg til áhaldandi krøvini um neyðugar broytingar. Málkunnleiki og atgongdin til kunningartøkni er í hesum sambandi av stórum týdningi.
Dialogur og samráðingar eru vegurin fram
Dialogur og samráðingar eru vegurin fram fyri at fáa eina góða avtalu við ES, men vit mugu heldur ikki verða so bláoygd at halda, at vit kunnu lata eyguni aftur fyri umheiminum og liva sum um verðin stendur í stað og onki gera við okkara støðu, tí eitt er púra greitt skulu vit gera okum nakra vón um at virka saman við ES í kapping við Noreg og Ísland, sum í dag hava væl betri avtalur enn vit umvegis EFTA/EBS, so mugu vit taka annað skinn um bak og tað skjótt.
»Tað gongur nokk« lyndið má burturbeinast
Vit eru heimsmeistarir í »tað gongur nokk« hugburðinum, og er hetta ein trupulleiki, tí vit eru harvið altíð ov sein á sjóvarfallinum og ikki før fyri at byggja upp fyri trupulleikunum fyri framman, og harvið skjótt fyribyrgja trupulleikum, heldur enn við eldsløkking av ymiskum slag, hvørja ferð at royna at bjarga tí, ið bjargast kann.
Hesin slingur í valsinum og eisini politiski veikleiki er ein trupulleiki fyri okkum og má broytast, um vit ætla okkum á vinnarabreytina í alheimsgerðini.
EFTA Limskapur - Er tað nakað fyri okkum?
Hvat fær okkum at halda, at limaskapur í EFTA, har vit fyri skjótt 40 árum síðani vóru limir gjøgnum Danmark, nú skal verða tann besta loysnin fyri menning og vøkstri í Føroyum? Er tað ikki í so bláoygt at hugsa, at hesin leistur skal vera ein framtíðarleistur fyri menning av føroyskum vinnulívi og marknaðaratgongd??
Sjálvt um tað skuldi víst seg, at vit kundu fingið undantak og blivið fullgildugur limur, hóast vit ikki eru sjálvstøðug tjóð, og sjálvt um tað ikki var neyðugt at yvirtaka tey 13 málsøkini afturat fyri at gerast limur, so meti eg framvegis ikki, at hetta hevði verið nøkur loysn fyri okkum.
Noreg og Ísland - EBS avtalu við ES.
Noreg og Íslands hava t. d. við teirra EBS-avtalu (Evropeiska Búskaparliga Samstarvið) fingið nógv tættari samvinnu við ES á nógvun týðandi økjum, og væntast kann, at báðir hesir grannar okkara verða limir í ES innan heilt fá ár ivaleyst innan 2-3 ár frá nú av. Vit hoyrdu fyri kortum, at Noreg nú umhugsar at lata vinnulivið í ES fáa loyvi at eiga upp til 49% av kapitalinum í fiskiskipum, hetta fyri m. a. framhaldandi at hava góð viðurskifti við ES tó uttan at verða limir.
Hví er EFTA ikki loysnin??
Hóast EFTA er ein góður felagsskapur fyri limalondini, so er tað ein sannroynd, at so skjótt sum antin Noreg ella Ísland velja at gerast limir í ES, so er hesin felagsskapur amputeraður. Tað kann aldrin verða málið hjá okkum at verða partur av einum slíkum felagsskapi við óvissari framtíð. Vit eiga als ikki at brúka orku upp á hetta. Okkara mál eigur at verða at koma fram um bæði Noreg og Ísland í marknaðarhøpi, og tað gera vit einans við antin eini góðari marknaðaravtalu við ES, ella við at innlima okkum í ES felagskapin - saman við Danmark, ella sum fullveldi, - um tað er tað, Føroya fólk vil. Alt annað uttanumtos er eftir míni metan at stinga fólkið blár í eyguni og fyrigykla fólki loysnir, sum eru sum at pissa í buksirnar tað hitar eina løtu, men so kemur loysnin aftur um brekku, og buksurnar mugu skiftast.
T. d. hava londini í Mið- og Eysturevropa, inntil tey gerast limir, gjørt samvinnuavtalur, sum bera í sær, at tey koma nærri ES, bæði búskaparliga og politiskt. Hesar avtalur eru sum oftast eitt stig fram á vegnum móti innliman í ES.
Marknaðaratgongdin í framtíðini alt avgerandi fyri vinnulívð
Tað at vænta sær gagnligastu marknaðaratgongd til ES, uttan at hetta ber í sær grundleggjandi broytingar í viðurskiftum okkara við ES, er at stinga fólkið blár í eyguni.
Ein frí marknaðartilgongd, har ongar toll- og ella tekniskar forðingar eru, er neyðug fyri kappingarføri okkara á ES marknaðinum. Tað er neyðugt at gera sær greitt, at skal gagnligasta marknaðartilgongdin gerast veruleiki, er neyðugt við ørðum samstarvshátti, sum er víðfevndari enn galdandi handilsavtala.
Við vunnum rættindum mugu vit eisini átakað okkum skyldur .
Hjá einum samfelag har størsti parturin av framleiðsluni verður útfluttur, er sera umráðandi av samvinnan fevnur um annað enn marknaðarsømdir í keyparalondunum.
Kappingarføri snýr seg eisini um, hvussu vit eru við í ørðum altjóða samstarvið, eitt nú um arbeiðsmarknað, tænastur, samskifti, útbúgving, gransking, heilsufrøðislig viðurskifti, útbúgving osfr. Hetta hevur eisini alstóran týdning fyri teir karmar, vinnulívið virkar innanfyri.
ES er loysnin
ES limaskapurin hevur allar fyrimunirnir í mun til EFTA limaskapin. ES er ikki ein felagskapur, har tað er Alfa ella Omega, um eitt ella tvey limalond detta burturúr, eins og støðan er við EFTA, men ein dynamiskur felagskapur í støðugari menning og størri og størri ávirkan á heimin kring okkum.
Føroyskir politikarar eiga at viðgera hendan spurnging í størsta álvara og royna at finna eina loysn, har vit verða limir ongantí ov skjótt.
Gjøgnum ríkisfelagskapin eru dyrnar til alheimin víðopnar, so hví ikki tosa við danir um, hvussu vit finna bestu loysnina fyri okkum?
Fullveldismenn í Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum, kunnu sjálvandi áhaldandi seta seg upp á bakbeinini og áhaldandi í komandi mongu árini tosa fullveldið og síðan ES limaskap. Tá verður ikki hugsað um, hvat er best fyri Føroyar og føroyingar sum heild.
So kunnu vit gloyma alt um at náa á mál við visjón 2015, tí hana náa vit ikki uttan tætt samstarv við ES.
Lat okkum velja at verða á vinnaraliðnum - á ES liðnum. EFTA liðið hevur longu tapt dystin.