Um vit hyggja at gongdini tey seinastu 30- 40 árini ber til at staðfesta at av øllum teimum persónum, sum hava lært til bilmekanikara, eru tað sera fáir sum halda fram í hesum starvi. Hvat orsøkin er til tess, eru tað nokk ymiskar meiningar um.
Ein av teimum sum fór í læru sum bilmekanikari við tí fyri eyga at stovna sín egna bilverkstað, er 33 ára gamli havnarmaðurin Brynleif B. Askildsen.
Hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri bilum og fór sum 15 ára gamal í læru hjá Bilfríðkan í 1986. Hann bleiv beinanvegin bitin av fakinum og dámdi arbeiði sera væl.
Tað var alla tíðina ein dreymur at fara víðari við egnum bilverkstaði og stutt eftir lokna útbúgving, byrjaði hann sum sjálvstøðugur.
Byrjaði í garaguni
Bilskrokk var stovnað í 1990 har Brynleif sjálvur er stjóri og eigari. Byrjað var í eini garagu í Leivsgøtu við smærri skaðum, eftir fáum árum mentist virksemi á bilverkstaðnum, og tørvur var á størri plássi.
Í november 2002 var flutt inn í størri og rúmligari bygning í Slættanesgøtu 9 har Bilskrokk nú heldur til. Bygningurin hevur stór høli við sproytikabinu og betri møguleikar at hjálpa viðskiftafólki við bilskaðum sum t.d. lakkering, tryggingarskaðum, buglum, rusti og mongum øðrum.
Stórir sum smáir skaðar verða afturgjørdir. Er talan um størri skaðar og bilurin t.d. er vorðin skeivur, verður upprættingarbonkurin brúktur. Í løtuni starvast 6 fólk hjá Bilskrokk.