Almenn ferðafrásøgn á »Ørkini« í Reykjavík

Komandi sunnudag 26. august kl. 16.30 verður almenn ferðafrásøgn á sjómansheiminum ”Ørkini” í Reykjavík.

– Hetta verður eftir gudstænastu í Háteiga kirkju í Reykjavík kl. 14.00. Øll eru vælkomin at møta til gudstænastuna og at fáa drekkamunn á ”Ørkini” aftaná, siga fyrireikararnir.

Tað verður Bergur D. Joensen, sum fer at siga frá ferð, sum familjan gjørdi um heimin 2007-2008.

Saman við børnunum vóru tey fyrst í Nigeria í nakra mánaðir, og síðan gjørdu tey nakrar longri og stytri steðgir í fleiri londum: USA, Nýsælandi, Australia, Papua Nýguinea, Vanuatu, Kina og Ísrael. Nógvar vóru upplivingarnar, og í nøkrum londum høvdu tey arbeiði at gera - á skúlum, kirkjum ella umborð á trúboðanarskipinum Doulos.

– Børnini fingu heimaskúling. Ein ógloymandi og lærurík ferð, sigur Bergur Debes Joensen, sum fer at vísa fleiri myndir frá ferðini.

Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin!