Almannastjórin sagt upp

Uttan ávarðing fingu starvsfólkini á Almannastovuni í gjár, um telduna, at vita, at stjórin hevur sagt seg úr starvi

Beint áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár frættist, at Bjarni Vilhelm, stjóri á Almannastovuni, hevði sagt seg úr starvi.

Boðini komu um telduna hjá starvsfólkunum.

Roynt hevur verið at fingið eina viðmerking frá viðkomandi persónum, men hóast runnið varð frá Heródes til Pilatus, var eingin, sum vildi gera viðmerkingar til avgerð stjórans.

Bæði Bjarni Vilhelm og Kristian Magnussen, landsstýrismaður í almannamálum, sótu á fundi.

Og onnur, vit høvdu samband við, kundu bert vátta, at tey høvdu fingið at vita, at Bjarni Vilhelm, stjóri á Almannastovuni, hevði sagt seg úr starvi.

Sum skilst, verður hann fyribils verðandi í starvinum í tríggjar mánaðar.