Undirritaðu feløg hava umrøtt tey mál, sum politiskt hava verið viðgjørd seinastu tíðina, og har aðaltátturin hjá okkara politikkarum tykist at vera at fremja skerjingar og sparingar, sum í størstan mun fara at raka vanliga løntakaran og tey lægstløntu í samfelag okkara.
Vektargjøld á akførum
Sum kunnugt hava nógvir av limum okkara tørv á egnum akfari í sambandi við skiftandi arbeiðstíðir og arbeiðspláss sum liggja langt frá heiminum.
Flest allir av hesum løntakarum eru frammanundan lágløntir og tí fer ein øking av vektargjaldinum at verða steinur oman á byrðu hjá hesum samfelagsbólki okkara.
Tað eru neyvan tey hægstløntu, sum koma at kenna sviðan av einari slíkari hækking, tí hóast nógvir skattaborgarar við høgum inntøkum koyra í dýrum akførum, so er tað ikki hesin samfelagsbólkur, sum frammanundan er væl fyri, men hinvegin tey lægst løntu, sum koma at kenna sviðan av einari tílíkari hækking.
Ì hesum sambandi kanna vit livikorskanningina, sum feløgini hava gjørt fyri stuttum og sum politisku flokkarnir eisini hava fingið avrit av.
Barsilsskipanin
Vit hava skilt, at ætlanin er at barsilsskipanin skal leggjast út til partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Av royndum vita vit, at eitt slíkt stig kemur at økja samlaða skattatrýstið hjá vanliga føroyska løntakaranum og tí mótmæla vit at samgongan fremur slíkar broytingar í barsilsskipanini.
Ì hesum sambandi vísa vit á, at landsstýrið ikki í nóg stóran mun hevur gjørt haldgóðar útrokningar av veruligu avleiðingunum av slíkum broytingum og vit krevja tí, at óvildugir persónar verða settir at gera slíkar kanningar og útrokningar áðrenn nakrar broytingar verða framdar.
Fleiri uppgávur verða lagdar til kommununa at umsita.
Sum skilst er tað politikkurin hjá verandi samgongu, at alsamt fleiri av teimum almennu uppgávunum skulu leggjast út til kommunurnar at umsita.
Sum víst hevur verið á í fjølmiðlunum, so fer hetta at føra við sær eina skattahækking m.a. tí at kommunuskatturin er javnur (liniær) meðan landsskatturin er stigvíst økjandi alt eftir skattskyldugu inntøkuni.
Sjálvt um samgongan hevur víst á, at landsskatturin skal lækkast fyri at byrgja upp fyri at kommunurnar koma at átaka sær uppgávur, sum tær ikki hava fíggjarligan førleika til at uppfylla, so hevur landsstýrið heldur ikki í samband við hesar spurningar lagt fram nakrar útrokningar fram og skjalaprógvan fyri, at talan í veruleikanum ikki verður um skattahækkingar.
Vit heita á samgonguflokkarnar og allar politisku flokkarnar á tingi um at bera so í bandi, at ikki fleiri uppgávur verða álagdar kommununum uttan so, at vit skattaborgarar hava eina veruliga vissu fyri, at hetta ikki fer at føra við sær skattahækkingar.
Eisini í sambandi við nevnda spurning mæla vit til at óvildugir persónar verða settar at eftirkanna tær avleiðingar, sum hesin politikkur fer at føra við sær.
Oljuavgjaldið
Undirritaðu feløg hava 05.07.05 sent øllum flokkum á tingi áheitan um at avtaka oljugjaldið og at seta í verk skipan við prísansing.
Eingin av politisku flokkunum hava virt fakfeløgini so mikið, at vit hava fingið nakar svar og vit vilja tí endurtaka áheitan okkara um at politisku flokkarnir taka upp nevndu spurningar.
Samanumtikið skulu vit vísa á, at vit ikki fara at góðtaka at skatta- og avgjaldstrýstið hjá vanliga føroyska løntakaranum verður hækkað, tí støðan hjá nógvum familjum er so vánalig, at tey als ikki tola, at skatturin og avgjøldini verða hækkaði.
Vit vóna, at allir politiskir flokkar duga at síggja trupulu støðuna, sum vanligi føroyski løntakarin er í og tí vænta vit, at eingi politisk tiltøk verða framd sum kunnu føra við sær hægri skatt og almenn avgjøld.
Vinaliga vegna
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Ingeborg Vinther