Havbúnaðarfelagið hevur á fundum við Vinnumálastýrið og Fíggjarmálastýrið víst á, at skattareglurnar eru munandi lagaligari í grannalondunum, t.d. í Noregi. Hetta ger, at kappingin ikki er á jøvnum føti.
Í Føroyum verður alivinnan skattað av lagurvirðinum, t.v.s av fiskinum sum svimur í ringunum. Í Noreg verður bara realisera søla tikin við í skattligu metingarnar.
Hetta er ein óheppin mannagongd. Virðið av fiskinum sum svimur í ringunum kann skjótt broytast ella í ringasta føri verða vekk, um álvarsom sjúka rakar.
Um samanborið verður við oljuvinnuna, vildi hetta svarað til, at oljufeløg vóru sett í skatt út frá reservunum í undirgrundini ? ein mannagongd, ið ikki verður brúkt nakrastaðni, og sum tí eisini er óhugsandi á føroyskum øki.
Umframt skattligu trupulleikarnar viðvíkjandi lagurvirðum, hevur Havbúnaðarfelagið víst á, at aðrar skattareglur eru lagaligari í grannalondunum. Felagið hevur tí skotið upp at: carry back reglur koma inn í føroysku skattalógina á sama hátt sum í Noregi, t.v.s. at skattur goldin eitt ár kann í tvey ár verða goldin felagnum aftur, um tað vísir seg, at felagið fær undirskot innanfyri hetta tíðarskeið. tíðarskeiðið, har hall kann førast fram og dragast frá skattliga úrslitinum, verður longt upp í 10 ár.
Her er vert at viðmerkja, at Endurreisingarnevnd landsstýrisins í áliti sínum í 1994 vísti á hesi viðurskiftir. Skattalóg okkara tekur í hesum viðurskiftum støði í tí donsku, ið er tillagað donskum samfelagsviðurskiftum og ikki einum samfelag, sum tað føroyska. Bæði ali- og fiskivinnan eru tengdar at náttúruviðurskiftum og kunnu tí hava stórar og óvæntaðar broytingar frá ári til árs. Og hetta eigur skattalógin at leggja upp fyri.
Alivinnan ynskir ikki almenna hjálp, studningsskipanir ella líknandi, men hinvegin er ein fyritreyt fyri vinnuliga menning, at teir karmar, sum vinnan virkar undir, eru kappingarførir við grannalondini.