Føroyska samfelagið fekk í fjør tríggjar milliardir krónur burtur úr útflutninginum av alilaksi.
Hetta skrivar Sosialurin.
Samlaði føroyski útflutningurin í fjør var umleið seks milliardir krónur, og alivinnan stóð sostatt fyri helminginum av føroyska matvøruútflutninginum.
Sosialurin skrivar, at heppin ár uttan álvarsligar sjúkur hava gjørt, at árini hava verið góð hjá føroysku alarunum, men eisini methøgi prísurin á aldum laksi á heimsmarknaðinum hevur havt sína ávirkan.
At føroyskur laksur harumframt hevur vunnið sær navn, sum sera væl aldur laksur við góðum smakki, ger at laksur, aldur í Føroyum, fær hægri prís enn tildømis aldur laksur úr Noregi.