Alfred etur orðini í seg aftur

Mánakvøldið segði Alfred Olsen, at útspælið hjá Sambandsflokkinum um at tiðna blokkin var eitt krav. Men tey orðini tekur hann í seg aftur

Ríkisveiting

Heini í Skorini

heini_skorini@yahoo.com


Alfred Olsen tosaði um eitt “krav”. Kaj Leo Johannesen tosaði um eitt “ynski”. Spurningurin er so, hvørjum av hesum báðum sambandsmonnunum vit skulu trúgva. Formanninum í tingbólki Sambandsfloksins? Ella løgmanni og samgonguleiðara?

Tá Jóannes Eidesgaard í gjár boðaði danska fíggjarmálaráðharranum frá, at blokkurin verður verandi á sama støði, hingu orðini hjá Alfredi Olsen í Degi og Viku mánakvøldið framvegis í luftini. Formaðurin í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum svaraði nevniliga játtandi, tá hann varð spurdur, um útspælið hjá Sambandsflokkinum um at tiðna blokkin var eitt krav.

    Um orðini hjá Alfred eru galdandi, so átti ABC samgongan nú at verið í eini stjórnarkreppu. Men tað er hon ikki, tí Alfred meinti eftir øllum at døma ikki tað, sum hann segði við sjónvarpið mánakvøldið.

    - Í politikki er ongantíð klókt at seta ultimatum. Tingmanningin hjá Sambandsflokkinum er komin við sínum ynski um at tiðna blokkin, men tað fingu vit so ikki ígjøgnum, sigur Alfred Olsen.

    Men var kravið so ikki eitt krav kortini?

    - Nú hanga tit journalistar tykkum í hatta einstaka orðið. Nei, talan var ikki um nakað ultimatum, sigur Alfred Olsen.