Við at kanna laksalús í opnum og afturlatnum nótum í einum tíðarskeiði á trý ár, er ávíst, at lús ikki kemur inn í afturlatnað nót, um vatnið verður pumpað úr 25 metra dýpi. Norðmaðurin, Arve Nilsen, hevur í sínum arbeiði við einari doktararitgerð kannað fiskaheilsu og fiskavælveru við menning og rakstri av afturlatnum nótum í alivinnu.
Kanningarnar hjá honum vísa, at afturlatnar nótir kunnu geva góða verju móti laksalús, og í sínum kanningararbeiðið hevur Arve Nilsen eisini lýst vøkstur, deyðligheit og vatngóðsku við framleiðslu av laksi í afturlatnum nótum - í mun til, um alingin fór fram í opnari nót.
Ritgerðin hjá Arve Nilsen snýr seg um fýra greinar, sum lýsa ymiskar síður við heilsu og vælferð við aling í afturlatnum nótum, og www.kyst.no skrivar, at hetta er mest umfatandi skjalprógv sum higartil er lýst, tá ræður um framleiðslu-og heilsutøl innan hetta slag av aling í handilsligum samanhangi.
Kanningarnar hjá Arve Nilsen vísa, at eingin laksalús kemur í afturlatnu aliringarnar, tá vatnið verður pumpað úr 25 metra dýpi - sjálvt uttan reinsan ella sóttreinsan av sjógvi. Royndir vórðu eisini gjørdar við, at ávíst tal av laksalús varð slept í afturlatna aliringin, og kanningin vísti, at lýsnar nørast ikki í afturlatna aliringinum. Talið av laksalús í afturlatna aliringinum minkaði stígvíst uttan nakra viðgerð.
Um heimasíðuna - www.kyst.no - er meira av lesa um forvitnisliga kanningararbeiðið hjá Arve Nilsen, sum eisini fevnir um eitt nú vakstrarmun á laksi í ávikavist afturlatnum og opnum alinótum.
##med2##