Afturhvarv í ítróttarhúsinum í Fuglafirði leygardagin

(SportBoxin) Hoyr Leif Andre Eliasen frá ÍF greiða frá seinasta tiltakinum, sum verður í gamla ítróttarhúsinum í Fuglafirði í morgin

Tað gongur ikki bara illa hjá ÍF hvat fótbólti viðvíkir, hóast besta liðið er flutt niður í 1. deild.

 

Í 2019 kemur nýtt, stásligt ítróttarhús at standa klárt við vøllin, sum er á leið tríggjar ferðir størri enn gamla ítróttarhúsið, sum fuglfirðingar fara at byrja at ríva niður leygardagin 4. november.

 

Í morgin klokkan 13 og nakrar tímar fram fáa fólk høvið at siga gamla ítróttarhúsinum farvæl. Har kunnu fólk dvølja við gomul minnir, hyggir eftir gomlum myndum, og eisini keypa gamlar ÍF-troyggjur.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Leif Andre Eliasen frá ÍF greiða frá tiltakinum, sum verður í morgin. Leif Andre greiðir eisini frá teimum stásuligu umstøðunum, sum verða tøkar í 2019.