Afturgongdin í fiskivinnuni rakar sýslurnar ymiskt

Í august í ár vóru 26.013 løntakarar; hetta er um 1% minni enn í august í fjør, tá tað vóru 26.252 løntakarar.

Innan tað almenna eru nú 3% fleiri løntakarar og eisini í privatu tænastuvinnuni eru fleiri løntakarar nú í mun til august í fjør. Í byggivinnuni er ongin broyting, meðan fiski- og onnur ráevnisvinna hevur eina afturgongd upp á 12,9%.

Í fiskivinnuni eru tveir stórir løntakarabólkar: fiskiskapur og fiskavøruídnaður. Síðan august 2007 eru 779 løntakarar færri skrásettir at arbeiða í fiskivinnuni. Tað svarar til eina minking upp á 19%. Verður hugt eftir løntakarum eftir sýslu, sæst at tað er ymist hvussu gongdin hevur verið.

Fiskavøruídnaður

Tað vóru 1.459 løntakarar í fiskavøruídnaðinum í august í ár. Hetta eru 369 færri enn í august í fjør. Tá vóru tað 1.828 løntakarar í fiskavøruídnaðinum.

Afturgongdin er um 20%, men verður hugt eftir, hvussu afturgongdin er býtt á sýslur, sæst at í Vága- og Sandoyar sýslu er afturgongdin yvir 50%, meðan afturgongdin í Eysturoyar sýslu er 7%.

Í Vága sýslu lat eitt flakavirkið aftur í summar, og er tað allarhelst orsøkin til, at færri fólk í Vága sýslu nú eru knýtt at fiskavøruídnaðinum. Í Sandoyar sýslu sær út til at fallið í august bara var fyribils.

Fiskiskapur

Tað vóru 1.817 løntakarar í fiskiskapi í august í ár. Hetta eru 410 færri enn í august í fjør. Tá vóru 2.227 løntakarar í fiskiskapi.

Afturgongdin er um 18%, men verður hugt eftir, hvussu afturgondin er býtt á sýslur, sæst at tað er stór spjaðing. Í Sandoyar sýslu er nærum ongin broyting, meðan afturgongdin í Suðuroyar sýslu er 33%, skrivar Hagstovan.