Aftur jarðskjálvti í Guatemala

Aftur í gjárkvøldið var ein harður jarðskjálvti úti fyri kyrrahavsstrondini í miðamerikanska landinum Guatemala.

Skjálvtin var 6,2 á Richterstiganum, og miðdepilin var einar 20 kilometrar frá býnum Champerico. Enn er einki frætt um, at nakar hevur latið lív, ella hvussu stóran skaða skjálvtin gjørdi.

Hetta er annar jarðskjálvtin har teir seinastu dagarnar. Hin var tann 7. november og kravdi 42 mannalív.