Sunnukvøldið 27. oktober klokkan 20 verður aftansangur í Glyvra kirkju við Kóri Glyvra kirkju.
Hetta er eitt tiltak í samband við mentanarvikuna, sum byrjaði í dag við familjutiltaki í Løkshøll í Runavík og sum heldur fram alla næstu viku - til og við næsta sunnudag.
Fyrimyndin fyri tiltakinum í Glyvra kirkju er aftansangur í ensku (anglikansku) kirkjuni, sum er ein daglig tíðarbøn, har dentur verður lagdur á lovsong, Dávidssálmar, bíbliulestur og bøn.
Í miðøldini vóru hesar gudstænastur fleiri í tali. Tær vóru róptar tíðarbønir, tí tær vóru hildnar ávísar klokkutíðir á degnum til tess at halga dagin.
Enski erkabiskupurin, Thomas Cranmer (1489-1556), sum var ein av teimum týdningarmiklu trúbótarmonnunum í ensku kirkjuni, avmarkaði hesar tíðarbønir til tvær, nevniliga morgun-og aftansang (mattins og evensong).
Enski formurin fekk sítt sermerkta snið, sum ikki er at finna í øðrum kirkjum við tað, at Cranmer tók ymiskar partar úr teimum ymisku tíðarbønunum, sum í miðøldini vóru vorðnar átta í tali, og legði tær saman til tvær.
Hesin vakri og hátíðarligi formurin fyri morgun-og aftansang verður við smávegis broytingum framvegis nýttur í ensku kirkjuni.
Kór Glyvra kirkju hevur síðani 2004 stundum bjóðað til aftansang í Glyvra kirkju og øðrum kirkjum við. Her kann nevnast Rituvíkar kirkju, Havnar kirkju og Eiðis kirkju.
Í 2008 var kórið í Onglandi til tess at nema sær kunnleika og fáa íblástur.
Í Glyvra kirkju fer kórið at syngja ein Dávidssálm í reciterandi stíli, Lovsong Mariu, Lovsong Símeons og eitt sokallað ”anthem” (kórvers).
Skiftisongur eftir enska tónaskaldinum, William Smith (1603-45), verður sungin av prestinum og kórinum. Harafturat verður sálmasangur, bíbliulestur og bøn.
Liturgur verður Meinhard Bjartalíð, og organistur Jensina Simonsen.