Adidas Summer Cup góða undirtøku

Umleið 600 børn og ung luttóku í Adidas Summar Cup leygardagin, og longu nú lova fyrireikararnir, at kappingin verður aftur næsta ár.

Leygardagin skipaði B36 aftur fyri Adidas Summar Cup í fótbólti í Gundadali, Tórsvølli og á Argjum. Hetta var aðru ferð at skipa var fyri stóru summar kappingini og ikki kann sigast annað enn, at undirtøkan var sera góð, tí gott 100 lið høvdu tilmelda seg og yvir 600 børn og ung luttóku í kappingini. Í 2014 var talið av luttakandi liðum beint yvir 50.


- Vit eru sera glað fyri góðu undirtøka, ið kappingin hevur fingið, tí er sjálvandi ongin ivi um, at hetta er eitt tiltak, ið er komi fyri at vera, sigur Andrass Thomsen frá B36.


Hann leggur tó aftrat, at har eru fleiri ting, ið arbeiðast skal við fram til næstu kapping, men arbeiðið við hesum er longu byrja og tí vóna fyrireikararnir at kappingin í 2016 fer at eydnast enn betur.


- Tað krevur nógva orku at fyriskipa eitt slík tiltak og tí eru vit eisini longu farin undir fyrireikingarnar til komandi ár. Samstundis sum vit eru við at eftirmeta kappingina í 2015, sigur Andrass Thomsen frá B36 at enda.