Aðalstættin í Havn skal rakast á egnan kropp

Áðrenn vanligur fiskiskapurin skal skerjast, skulu allir frítíðarfiskarar steðgast, eisini teir, sum fara í fjørðin at fáa sær eitt kók, sigur formaðurin í fiskimannafelagnum Tey, sum hava hug at gera tað forboðið at fara í fjørðin at fáa sær eitt kók, fáa fullan stuðul úr Fiskimannafelagnum.

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, staðfestir, at tað kann ikki vera talingur um at skerja fiskidagarnar, fyrrenn alt, sum eitur frítíðarfiskiskapur, er steðgaður fyrst.

Jan Højgaard sigur, at skulu fiskidagarnir skerjast, er tað heilt greitt, at fiskurin, sum er, skal koma teimum til góðar, sum hava fiskiskap til vinnu.

Sjálvur er hann ímóti at fiskidagarnir verða skerdir, men hann ásannar, at tað verður neyðugt at góðtaka onkrar neyðsemjur.

Men grundgevingin hjá honum fyri at steðga frítíðarfiskiskapi, er ikki bara fyri at verja stovnin. Grundgevingin er líka nógv fyri at raka tey, sum hann kalla aðalstættin í Havnini.

- Tað verður aðalstættin í Havn, sum verður harðast rakt, verður frítíðarfiskiskapur bannaður, sigur Jan Højgaard.

Hann sigur, at tað er upp á tíðina, at aðalstættin í Havn eisini fer at merkja á egnum kroppi, at hon eisini verður rakt, so at tað ikki bara er hjá teimum at gera tilmæli oman á tilmæli, sum raka fiskimannin og sum ikki halda, at tað ger nakað at fleiri 100 fiskimenn missa arbeiði.

Hann sigur, at fólk úti um landið, sum vilja hava eitt kók, fara fegin ein fjórðing úr landi. Hann ásannar eisini, at hetta bjargar neyvan stovnunum, men hetta er eitt moralskt aftursvar til tey á landi, sum aftur og aftur vilja skerja fiskimannin.