Talið á deyðum eftir jarðskjálvtan í ný sælendska býnum Christchurch veksur í hvørjum. Í morgun siga myndugleikarnir, at 98 fólk eru funnin deyð, men at teir stúra fyri, at tað endaliga talið kann blíva nógv størri.
John Key, forsætisráðharri, sigur við sjónvarpið Sky News, at 226 fólk eru ikki komin afturíaftur, og at tí er lítil og eingin ivi um, at bjargingarliðini fara at finna fleiri deyð afturat teir næstu dagarnar.
-Boðini, sum vit hava fingið frá løgregluni, eru, at vanlukkan helst hevur kravt fleiri mannalív, enn vit yvirhøvur høvdu ímyndað okkum, sigur forsætisráðharrin.









