90 sekund skjótari úr Havn til Klaksvíkar

– Hægri hámarksferð sparir ikki nógva tíð, men økir vandan fyri at doyggja munandi

– Hægri hámarksferð sparir ikki nógva tíð, men økir vandan fyri at doyggja munandi.

 

Tað er niðurstøðan hjá Ferðslutrygd um kjak um at hækka hámarksferðina úr 80 upp í 90 km um tíman.

 

– Fyrimunurin við at hækka hámarksferðina er, at tú sparir tíð, men í einum so lítlum landi sum okkara er avmarkað, hvussu nógv tíð er at spara í so máta. Sum dømi kann verða nevnt, at koyrir tú 90 km um tíman, heldur enn 80 km um tíman, sparir tú 5 sekund fyri høvnn koyrdan km. Sparda tíðin tilsamans fyri seks útvald strekki er góðar tveir minuttir. Millum Havnina og Klaksvík sparir tú til dømis hálvanannan minutt.

 

Fyrimunirnir við at seta hámarksferðina upp ikki so stórur sambært Ferðslutrygd, at teir kunnu viga upp ímóti vansunum. Ferðslutrygd heldur eisini, at ivasamt er, um íløgurnar fyri at tillaga vegakervið til eina hámarksferð omanfyri 80 km um tíman standa mát við spardu tíðina.

 

Ferðslutrygd tekur soleiðis samanum:

 

– Ráðini eru at minka trýstið á spitaran. Koyrir tú 80 heldur enn 90 km um tíman, minkar vandin fyri at doyggja av eini ferðsluvanlukku 60 prosent. Tú kanst ikki verja teg móti øllum í ferðsluni, men tú kanst verja teg ímóti at koyra ov skjótt, sigur Ferðslutrygd