8 vórðu skild við dómi, og Ríkisumboðið avgreiddi 75 umbønir um hjúnaskilnað í fjør. 10 vórðu skild vegna ótrúskap
Tað vísir ársfrágreðingin hjá Ríkisumboðnum fyri 2014.
Lógargreinin fyri »Indgåelse og opløsning af ægteskab« er sambært »Anordning nr. 37 af 22. januar 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning«. Hendan greinin er frá 1. mars 2002 og loysti av gomlu lógina frá 1922.
Ein av broytingunum var, at lýsing fyri hjúnarbandi varð gjørt sjálvboðið, og freistin millum lýsing og hjúnarband var tikin burtur. Samstundis var mekling gjørd sjálvboðin, og freistin fyri hjúnaskilna og seperatión – alt eftir um tað verður gjørt í semju ella ósemju – broytt frá ávikavist hálvum øðrum ári til seks mánaðir og frá hálvum triða árið til eitt ár.
Ríkisumboðið kann geva loyvi til heimavígslu, tað vil siga vígslu uttan fyri góðkendu borgaliga vígslustøðini. Landfútin er ikki longur hvørki royndar ella vísgslumyndugleiki. Býráðsformenn í kommunum við fleiri enn 1500 íbúgvum hava royndar- og vígslumyndugleika.
Hjúnaskilnaður kann fremjast annaðhvørt við dómi ella við játtan frá Ríkisumboðnum.
Í 2014 vóru 8 hjún skild við dómi, og Ríkisumboðið avgreiddi 75 umsóknir um hjúnaskilnað. Grundarlagið fyri teir 75 hjúnarskilnaðirnar var í 62 førum semja fyri seperatión. 10 vórðu skild vegna ótrúskap, og 3 hjúnarløg vóru upployst vegna tess, at hjúnini høvdu búð hvør sær í meira enn tvey ár.