Valluttøkan á fólkatingsvalinum í Danmark í gjár var tann størsta síðani 1984, men hóast 3.546.434 fólk greiddu atkvøðu, vóru tað bara nakrar fáar túsund atkvøður, sum gjørdu av, hvør vann.
Uppteljingin vísir, at teir teyðu flokkarnir fingu 16.964 atkvøður fleiri enn teir bláu. Tað merkir, at høvdu 8.483 valt blátt heldur enn reytt, hevði stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen hildið fram. Sostatt vóru tað 0,23 prosent av teimum góðkendu atkvøðunum, sum avgjørdu valið, skrivar Jyllands-Posturin.
Valið fyri fýra árum síðani var ikki so spennandi. Tá skuldu 145.281 veljarar skift blokk, fyri at tað skuldi broytt úrslitið.