Gloprarregnið, sum herjaði kinesiska høvuðsstaðin Beijing seinasta virkuskifti, kravdi 77 mannalív. Av teimum eru 66 eyðmerkt. Tað kunngjørdu býarmyndugleikarnir í dag.
Fyrr hava myndugleikarnir sagt, at 37 fólk doyðu.
Myndugleikarnir í Beijing hava verið fyri hvøssum atfinningum, og sagt verður, at gloprarregnið avdúkaði, at tilbúgvingin í stórbýnum virkaði als ikki.
Tað hevur ikki regnað so illa í Beijing í meiri enn 60 ár.