60 ár síðani Berlin-loftbrúnna

Týskarar mintust í gjár, at 60 ár eru liðin, síðani vestanveldini skipaðu loftbrúnna til Vesturberlin, eftir at russar høvdu stongt farleiðirnar til býin

Loftbrúgvin verður ofta umrødd sum tann fyrsti samanbresturin í kalda krígnum, tí tað var fyrstu ferð, at vestanveldini og fyrrverandi sameindi teirra, Sovjetsamveldið, brustu saman.

 

Eftir boðum frá Josef Stalin stongdi sovjetski herurin allar vegir og jarnbreytir til Vesturberlin. Stongsulin stóð við í næstan 15 mánaðir, og hesa tíðina flugu flogfør hjá vestanveldunum 278.000 ferðir til Vesturberlin. Við sær høvdu tey 2,3 milliónir tons av mati, heilivági, brennievni og ymsum øðrum neyðsynjarvørum til fólkið í Vesturberlin.