547 færri løntakarar í fiskivinnuni

Fiskivinnan hevur mist 11,4% av løntakarunum frá september í 2007 til september í 2008. Eftir nýggjastu hagtølunum frá Hagstøvu Føroya, so fækkast tey sum arbeiða í fiskivinnuni og aðrari ráevnisvinnu skjótt. Í semtember seinasta ár vóru 4796 løntakarar í fiskivinnuni o.a. ráevnisvinnu, men eitt ár seinni var talið komið niður á 4249 løntakarar. ein afturgongd við 547 løntakarum, sum í % er ein afturgongd uppá 11,4%.

Í september í ár vóru íalt 25.711 løntakarar, tað eru 181 færri í mun til september í 2007. Hetta svarar til eina afturgongd upp á 0,7%.

Í vinnugreinini byggivinna og onnur tilvirking eru nú 47 færri løntakarar. Verður hugt nærri eftir vinnugreinini, sæst at í byggivinnuni eru 65 fleiri løntakarar nú, meðan annar ídnaður hevur 84 færri løntakarar.

í privatari tænastuvinnu eru 125 fleiri løntakarar og i almenn o.o. tænasta eru 288 fleiri løntakarar.