Ein av stóru uppgávunum hjá Bláa Krossi er at arbeiða við fyribyrging, og stovnurin ynskir, at størri fíggjarlig játtan loyvir teimum at hjálpa børnum og ungum, hvørs foreldur eru rúsevnis- og rúsdrekkamisnýtarar. Donsk tøl frá Sundhedsstyrelsen vísa á, at 50 prosent av børnum fáa trupulleikar av, at foreldur teirra drekka ov nógv. 33 prosent av børnum fáa sjálvi rúsdrekkatrupulleikar seinni í lívinum, um foreldur teirra drekka ov nógv.
– Verður hond ikki tikið um hesi børnini, so vita vita, at fleiri børn verða missnýtarar, tá tey verða vaksin, sigur Petur Jacob Petersen, eisini nevndur Dakko, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya.
Umframt at taka hond um tey børnini, sum hava foreldur við rúsdrekkatrupulleikum, so er umráðandi, at upplýst verður um vandarnar við rúsdrekka. Hesum hava foreldur eisini ábyrgd av, heldur hann.
– Børn mugu ikki fáa rúsdrekka. 60 prosent av teimum, sum ikki klára at drekka forsvarliga eru byrjaði at drekka ov tíðliga. Tí er tað ein stór uppgáva at halda ungdóminum frá at drekka, og annars at halda teimum frá rúsdrekka so longi sum møguligt, sigur hann
Hann heldur, at vit eiga øll at taka hond um børnini, og her eiga foreldrini evstu ábyrgdina. Ein góð loysn er, at børnini eru virkin í til dømis ítrótti.
– Eru børn virkin í ítrótti, so er minni sannlíkt, at tey royna rúsdrekka, tí mæla vit til, at børn eru virkin. Hava tey ikki áhuga í ítrótti, so eru onnur tilboð, so sum ungdómshúsini, har børnini kunnu hittast til virksemi uttan rúsdrekka, sigur hann.
Á Bláa Krossi síggja tey hendan tørvin dagliga, og vildu ynskt, at tey høvdu fíggjarliga styrki til, at gjørt eitt størri inntriv á økinum.