50 milliónir í rentum fyri undirskotið í 2010

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður


Eg veit ikki, hvussu nógva orku eg skal brúka til kjakið við Dávid Isfeld, men fari tó at gera nakrar viðmerkingar til hansara seinastu grein, og tað verður helst mítt seinasta íkast til hetta kjakið.


Eg fegnist um, at Dávid Isfeld undirstrikar í sínum aftursvari til mín, at tað vóru føroyingar, og ikki danir, sum høvdu ábyrgdina av kreppuni í 90unum, og eg haldi eisini, at hann má geva mær rætt í tí, at eingin fer á húsagang bara tí at inntøkurnar eru ov stórar. Tí dugir tað ikki at brúka barnsligu undanførðsluna, at høvdu inntøkurnar verið minni, so høvdu vit ikki verið ”lokkað” at brúkt pengar. Vit mugu undir øllum umstøðum taka ábyrgd av okkara egnu peninganýtslu.


Ein spurningur um tíð

Dávid fegnast um, at hóast blokkstuðulin er lækkaður og danir hava minni innlit í føroyskan politikk, so eru vit ikki farin á húsagang, nú globala fíggjarkreppan herjar. Tað er sjálvandi at fegnast um, men samstundis mugu vit ásanna, at við verandi gongd, er tað bara ein spurningur um tíð til húsagangurin rakar.


Hetta minnir ikki sørt um søguna um optimistin, sum datt út av vindeyganum á sjeyndu hædd. Tað fyrsta, hann hugsaði, var, at hetta fór at enda galið, men tá hann var komin áraka fimtu hædd, byrjaði hann so smátt at fáa mótið aftur, tí tað hevði hóast alt gingið væl higartil.


Vit stýra við fullari ferð beint ímóti einum húsagangi, men enn kunnu vit siga, at tað hevur gingið rímiliga væl higartil.


Nógvar, smáar yvirtøkur

Dávid sigur, at føroyingar hava yvirtikið eina rúgvu av málsøkjum síðani kreppuna, og eg skal geva honum rætt í tí, at í tali eru yvirtøkurnar nokkso nógvar, men í týdningi hava tær lítið uppá seg. Nevnast kann, at veðrið er blivið føroyskt, og vit hava eisini sjálvi fingið ábyrgdina av, at eitt kilogramm altíð er eitt kilogramm, og at ein metur veruliga er ein metur. Og so haldi eg, at vitarnir eru eisini farnir at blunka á føroyskum. Men eg haldi ikki, at danir hava mist so nógv vald í Føroyum av teirri orsøk. Eg kann í hvussu so er ikki ímynda mær, at teir høvdu gjørt meturin longri ella styttri, um hetta framvegis lá í teirra valdi.


Tað er ikki rætt, tá Dávid sigur, at ráevni í undirgrundini vórðu yvirtikin aftaná kreppuna. Tann yvirtøkan varð gjørd stutt undan kreppuni, og hini stóru málini vóru yvirtikin, eftir grein 9 í Heimastýrislógini, longu í 70unum.


Grein 9 yvirtøkurnar

Dávid sigur, at yvirtøkurnar, sum vórðu framdar í 70unum, vóru ikki veruligar yvirtøkur, og rætt er tað, at málsøkini vórðu ikki formliga yvirtikin. Men tá eg nevndi grein 9 yvirtøkurnar, so var tað fyri at undirstrika, at danir stýrdu ikki hesum málsøkjum aftaná at tey vóru yvirtikin eftir grein 9, og út frá tí segði eg, at danir hava ikki mist ávirkan í Føroyum orsaka av, at grein 9 yvirtøkurnar seinni eru gjørdar til formligar yvirtøkur. Í praksis broyttu tær yvirtøkurnar lítið og einki.


Tilvildarlig tøl

Tá eg í míni fyrru grein segði, at Dávid spældi við tilvildarlig tøl, so vóru tað sjálvsagt ikki árstølini, ið vóru tilvildarlig, men heldur tað, at hann samanbar blokkstuðulin við bruttotjóðarúrtøkuna. Eg vísti á, at um hann ístaðin samanbar blokkstuðulin við landskassaúrslitið, sum er nógv meira natúrligt, so bleiv úrslitið heilt nakað annað.




Tveitt 4 milliardir burtur

Eg haldi ikki, at eg fari at brúka meira tíð uppá hetta kjakið, tí vit eru og verða helst framhaldandi ósamdir um hesi viðurskiftini.


Líkamikið hvussu nógv ella fá prosent blokkstuðulin er av bruttotjóðarúrtøkuni, so skerst ikki burtur, at fullveldispolitikarar hava tveitt einar 4 milliardir burtur úr einum soltnum landskassa, sum skal gjalda einar 50 milliónir krónur um árið í rentum bara fyri undirskotið í 2010. Tað eru í hvussu so er nógvir pengar fyri ein landskassa, sum hevur beina kós ímóti húsagangi.