Tað var mánakvøldið, at norski miljarderurin, Tom Hagen, um verja sín boðaði frá, at hann er til reiðar at gjalda 10 miljónir norskar krónur til tann ella tey, sum kunnu koma við upplýsingum, ið kunnu føra til, at kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, verður funnin. Longu fyrrapartin í gjár kundi verjin í samrøðu við tv2.no boða frá, at hann hevur fingið 40 tipp, sum øll eru send løgregluni.
Hevur tú nakra meting um, hvørt nøkur av hesum tippum eru áhugaverd? - Eg havi ikki gjørt mær nakra meting av tippunum. Tað lati eg løgregluna um, sigur Svein Holden.
Síðan mánadagin, tá verjin brúkti Tv2 sjónvarpssendingina - Åsted Norge - til at boða frá finningarlønini, sum Tom Hagen nú vil veita, eru viðurskiftini við løgregluna, sum hava verið køld í seinastuni, vorðin upp aftur kaldari.
Móti viljanum hjá løgregluni hevur miljarderurin, sum løgreglan hevur skuldsett fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni, nú lagt hesar pengarnar á borðið. Tað eru serliga tvey ting, sum løgreglan er ónøgd við. Í fyrsta lagi er finningarlønin ætlað til tann ella tey, sum kunnu koma við tippum, ið føra til, at Anne-Elisabeth Hagen verður funnin. Men, løgreglan ynskir tipp um øll viðurskifti í málinum.
Løgreglan metir, at týdningarmiklir upplýsingar nú kunnu enda beinleiðis hjá verjanum og ikki hjá løgregluni, sum hevur ábyrgdina av kanningunum í málinum.
- Tá tippini ikki koma beinleiðis til okkara, stúra vit fyri, at týdningarmikil tipp kunnu verða sáldað frá, tí onkur ynskir, at løgreglan ikki fær tey. Tað er soleiðis, at tað, sum fyri nøkur kann síggjast sum óviðkomandi fyri málið, kunnu vera ting, sum eru avgerandi, sigur løgregluadvokaturin, Haris Hrenovica, við tv2.no.
Tað, sum løgregluadvokaturin serliga hevur heft seg við, er, at verjin, Svein Holden, hevur sagt um, at hann í "útgangsstøðinum" vil senda øll tips til løgregluna. Men, um hetta sigur verjuadvokaturin soleiðis:
- Vit hava valt eina loysn, sum eftir okkara tykki gevur bestu møguleikar til, at mótparturin, sum vit hava samskift við áður, av nýggjum tekur upp samband við okkum. Vit trúgva, at mótparturin lættari vil seta seg í samband við okkum, um løgreglan ikki beinleiðis er partur av hesum. Setir mótparturin seg í samband við okkum, mugu vit meta um, hvørt sambandið skal latast víðari til løgregluna ella ei.
Men, kanst tú veita vissu fyri, at øll onnur tipp verða send løgregluni? - Ja, øll tipp, sum ikki koma frá mótpartinum, verða uttan nakra meting send víðari til løgregluna, leggur verjuadvokaturin dent á.
Um tú fært tipp, sum seta Tom Hagen í samband við málið, er tað tá rætt av tær sum verji at senda tey víðari? - Eg haldi meg sjálvsagt til tað, sum hann sigur við meg, tá eg eri verji hansara, men fyri Tom Hagen er tað eingin trupulleiki, at øll onnur tipp fara víðari til løgregluna uttan nakra nærri meting. Hann veit jú sjálvur, at hann ikki hevur nakað við ránið av konu síni at gera, sigur Svein Holden.
Men hvat, um Tom Hagen kortini vildi sett seg upp ímóti, at upplýsingar verða sendir løgregluni - hvat vilt tú tá gera? - Tað er ein hypotetisk støða, tá vit longu hava eina avtalu um, at allir upplýsingar skulu sendast løgregluni.
##med2##
Verður Tom Hagen við í gjøgnumgongdini av upplýsingunum sum koma?
- Nei, undir vanligum umstøðum er hann ikki tað. Vit hava sent øll tippini, vit higartil hava fingið, til løgregluna, og Tom Hagen kennur ikki innihaldið í upplýsingunum, sigur verjin og vísir á, at tað bara er hann sjálvur og ein ónevndur advokatur í Advokatfelagnum Hjort, har Svein Holden sjálvur eisini starvast, sum fær tippini og hyggur tey ígjøgnum.
Tv2.no hevur eisini vent sær til løgregluna, sum hevur fingið tey umleið 40 tippini frá verjanum hjá Tom Hagen. Her hevur sjónvarpsrásin spurt, um tippini higartil hava havt áhuga fyri arbeiðið hjá løgregluni. Men, tá henda greinin er skrivað, hevði tv2.no ikki fingið svar upp á fyrispurningin.