40 ár síðan fyrsta Golf GTI

Golf GTI Clubsport frá 2016 og Golf GTI frá 1976

Í byrjanini av 2016 eru 40 ár síðan Volkswagen í 1976 kom á marknaðin við fyrsta Golf GTI.  

Hetta hendi tvey ár eftir at VW Golf avloysti gomlu VW Bobluna í 1974.

Tað heila byrjaði við, at nakrir verkfrøðingar hjá Volkswagen í síni frítíð spældu við hugskotinum um at gera tann vanliga Golfin um til ein sportsvogn. Hetta gjørdu teir við 1,6 litra motori við 110 hk, strammari undirvogni og størri bremsum. Umframt onkur sereyðkenni so sum reyðu strípuna í kølaragittaranum og strípum á síðuni.

VW Golf GTI hevur síðan verið tann bilurin í sínum klassa, sum allir aðrir hava kappast við.

Í sambandi við 40 ára hátíðarhaldið er ein serligur Golf GTI Clubsport gjørdur, sum hevur nakrar detaljur, ið minna um fyrsta GTI frá 1976. Bilurin hevur 265 hk við eini boostfunktión sum í nøkur sekund gevur bilinum upp til 290 hk. Hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 5,9 sekund og toppferðin er 250 km/t.