34 prosent koppsett fyri Koronu í vetur

Frá 1. oktober til 20. desember 2025 kundu fólk, sum vóru 65 ár og eldri, og fólk í ávísum vandabólkum fáa ókeypis koppseting fyri influensu og Koronu

Tað er Heilsustýrið sum hevur gjørt tølini, sum vísa, at 50 prosent av teimum, sum eru 65 ár og eldri, tóku av tilboðnum og  lótu seg koppseta fyri influensu og 34 prosent vórðu koppsett fyri COVID19. At kalla eingin munur er millum kynini.

 

Heilsustýrið skrivar, at meginparturin av teimum vórðu koppsett beinanvegin í oktober, tá oman fyri 70 prosent av samlaða talinum lótu seg koppseta. Góð 20 prosent í november, og 5 prosent av teimum, sum lótu seg koppseta, gjørdu tað í desember.

 

Tølini fyri 2025 samsvara væl við tølini fyri tey bæði undanfarnu árini.

 

##med2##