Jákup Sverri komin aftur av Føroyabanka

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið verða aftur Føroyabankakvøld á fiskamatstovuni, Barbaru og í Áarstovu í Havn

Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, hevur gjørt váryvirlitstrolingar á Føroyabanka.

 

Teir fóru avstað mikudagin í síðstu viku, men vóru longu inni aftur sunnudagin, tí tað viðraði so illa.

 

Vit hava ikki fingið neyvu tølini yvir, hvussu veiðan vignaðist á túrinum, men her var so nakað av bæði toski, hýsu, upsa og øðrum fiskasløgum.

 

Seinni plagar ein túrafrágreiðing at koma frá Havstovuni, har neyvu tølini síggjast, og har mett verður um, hvussu støðan á Bankanum er í løtuni.

 

Veiðan hjá Jákupi Sverra er seld um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya.

 

Matstovurnar Heima í Havn, sum eitt nú eru Áarstova og Barbara, hava keypt tær nøgdir av fiski, sum tær hava fyri neyðini til Føroyabankakvøldini.

 

Teir, sum hava skorið fiskin fyri matstovurnar, siga, at toskurin, sum Jákup Sverri fekk á Bankanum hesaferð, er bæði feitur og góður.

 

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið komandi verða so aftur tey vælumtóktu Føroyabankakvøldini á fiskamatstovuni, Barbaru - og í Áarstovu í Havn.