HSF skrivar:
- Hósdagin 26. mars kl. 18.00, føroyska tíð, verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá monnum. Lutakastið verður í Lissabon í Portugal.
Lutakastið kann stroymast her www.youtube.com/@HomeofHandball
Føroyar eru styrkismettar, sum nummar 17 í Europa í løtuni og eru harvið styrkismettar í aðru røð. Styrkismetingin byggir á fýra tær seinasta kappingarnar, ávikavist tvær EM- og tvær HM-kappingar.
Raðfylgjan fyri styrkismetingina sær soleiðis út:
Pottur 1: Kroatia, Frakland, Týskland, Ungarn, Ísland, Noreg, Slovenia, Svøríki
Pottur 2: Eysturríki, Kekkia, FØROYAR, Italia, Norðurmakedonia, Niðurlond, Portugal, Serbia
Pottur 3: Belgia, Bosnia-Hersegovina, Georgia, Grikkaland, Litava, Montenegro, Rumenia, Ukraina
Pottur 4: Estland, Finnland, Ísrael, Kosovo, Lettland, Luksemborg, Slovakia, Turkaland
Tvey tey ovastu liðini úr hvørjum bólki, saman við fýra teimum bestu trý´arunum, koma víðari til EM-endaspælið í januar 2028, sum verður leikt í Sveis, Spania og Portugal. Tað er longu greitt, at um Føroyar vinna seg til endaspælið, at so skal Føroyar spæla innleiðandi bólkaspælið í Lissabon. Skrivar HSF.











