Trýstjørnað Michelin-uppliving á Ræst – fyri fyrstu ferð í Føroyum

Tann 11. apríl verður søguligt kvøld á Ræst, tá ið vit bjóða til eina serstaka matuppliving í heimsflokki.

Tíðindaskriv frá Ræst:

 

Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at ein kokkur við trimum Michelin-stjørnum vitjar og ger mat á einari føroyskari matstovu.

 

Vit hava tann stóra heiður at bjóða Martin Öfner, høvuðskokki á trýstjørnaðu Michelin-matstovuni Zén hjá Björn Frantzén í Singapore, til eitt serligt “Four Hands Dinner-kvøld” saman við okkara egna køkstoymi.

 

Martin Öfner er uppvaksin í eysturríksku Alpunum og hevur arbeitt á nøkrum av mest viðurkendu matstovunum í Evropa, millum annað Geranium í Keypmannahavn og De Librije í Hollandi. Hann er kendur fyri sína neyvu og rafinneraðu tilgongd til matgerð, har japanskar rávørur verða sameindar við norðurlendskan frískleika – alt grundað á klassiskan franskan teknikk og hansara serliga áhuga fyri at ræsa.

 

Saman við Sebastian Jiménez og toyminum á Ræst fer hann hetta kvøldið at skapa eina serstaka smakkmatskrá. Her verður dentur lagdur á føroyskar rávørur, sjógæti og ræstar siðvenjur, sum verða lyftar upp á altjóða støði við hansara sermerkta stíli.

 

Hetta verður eitt heilt serligt kvøld, og vit gleða okkum ómetaliga nógv at bjóða gestum til okkara fyrsta “Four Hands Dinner” í ár.

 

##med2##

##med3##

##med4##