At fólkatingsval ikki hevur sama áhuga sum løgtingsval er sjón fyri søgn.
Taka vit miðalvalluttøkuna til seinastu 8 fólkatingvalini, so liggur hon um 67 prosent.
Til løgtingsval er tilsvarandi miðaltaliði 89 prosent. Tað hevði merkt, at 4.284 fólk ikki høvdu farið á val.
Talið av veljarum er hesaferð 552 hægri enn á seinasta fólkatingsvali, sum var 31. oktober í 2022.
Valhølini lótu upp klokkan níggju í morgun, og tey eru opin til klokkan 20 í kvøl, og so leingi, sum veljarar standa í kø uttan fyri valhølini.
Fimm flokkar stilla upp. Framsókn hevur gjørt av ikki at stilla upp, og Sjálvstýri sleppur ikki at stilla upp, tí flokkurin ikki er umboðaður í Løgtinginum.
57 fólk stilla upp til fólkatingsvalið, 18 kvinnur og 57 menn.











