33.000. í rokning fyri at spæla Pokémon

Ein japanskur OL-luttakari hevur ikki verið varugur við, at tað er dýrt at ganga við internetinum tendraðum í Rio de Janeiro.

Seinastu vikurnar hevur telefonspælið Pokémon Go hertikið heimin, har ein hópur av ungfólki, eisini í Føroyum, gongur runt og melur úti í jagstranini at fanga Pokémons. Tað kann tó blíva rættiiga dýrt fyri summi, at Pokémons aloftast bara eru at finna har, sum vanligt netsamband ikki er. Tí er neyðugt at hava 3G-netið tendrað, um jagstranin eftir Pokémons skal gerast so væleydnað sum gjørligt.

 

Nú er tað ein japanskur OL-luttakari, ið kennir sviðan av, at hann hevur havt internetið tendrað ov leingi, meðan hann hevur verið úti í heimi. Talan er um japanska fimleikaran, Kohei Uchimura, sum er í Rio de Janeiro í hesum døgum, har hann fyrireikar seg til olympisku leikirnar, sum byrja fríggjadagin. 

 

Sambært ESPN hevur Uchimura nevniliga fingið eina rokning áljóðandi 33.000. krónur í síni jagstran at fanga Pokémons. Stóra rokningin stendst av, at vanliga nethaldið hjá Uchimura ikki hevur havt heimildir at virka undir vanligum prísum, meðan Uchimura hevur verið í Brasilia.

 

Uchimura er ikki ein og hvør, tí at hann er seksfaldur heimsmeistari í fimleiki. Tískil kemur tað kanska ikki so óvart á, at netveitarin hjá honum hevur játtað at broytt treytirnar í haldinum hjá Uchimura, so hann sleppur undan at rinda eina so dýra rokning.