Ein nevnd, sum danska stjórnin hevur sett at kanna viðurskiftini hjá teimum, sum eru illa fyri fíggjarliga, sigur í sínari frágreiðing, at umleið 300.000 danir eru so fátækir, at teir hava ikki ráð at bjóða vinfólki á gátt ella at lata børnini halda føðingardagin.
Nevndin sigur, at tær almennu veitingarnar eru so smáar, at tær tryggja ikki fólki sømilig livikor, og nevndin finst í tí sambandi hvassligu at teimum politisku myndugleikunum, tí teir tað seinasta árið hava skarvað 720 milliónir krónur av játtanini til slíkar veitingar.
Nevndin mælir tí stjórnini alt fyri eitt at kanna, hvussu stóran stuðul fólk skulu fáa, fyri at tey kunnu fáa tað, sum stjórnin sjálv hevur kallað sømilig livikor. Formaðurin í nevndini, sálarlæknin Preben Brandt, sigur við Jyllandspostin, at nógv av teimum fátæku eru so illa fyri, at tey megna heldur ikki at leita sær eftir einum arbeiði. Hann heldur, at fleiri teirra kennað tað, sum at tað almenna hevur sett tey uttan fyri samfelagið.










