Leingi hevur verið arbeitt við at fyrireika byggingina av sethúsunum við Myllutjørn í Hoyvík.
Herfyri vórðu tey fyrstu sethúsini reist - eini heldur øðrvísi sethús í trimum hæddum, hvør uppá 60 fermetrar.
Við hesum fyrstu sethúsunum ber til at staðfesta, at tað altso ber til at byggja rímiliga stórt á einum lítlum grundøki í hesi nýggju útstykkingini í Hoyvík.
Av býráðsskrivstovuni í Havn skilst, at stórur áhugi hevur verið í sambandi við hesa sjáldsomu útstykking.
- Enn eru nøkur grundstykki eftir, um áhugi er fyri tí, verður upplýst.
Helst fer ikki at ganga lang tíð, til tey næstu húsini fara at koma upp.
(Mynd: torshavn.fo)










