28 sendistovur aftur í Kyiv

Bretska sendistovan verður hin 28. í røðini, sum letur upp aftur í høvuðsstaðnum, og hetta verður í næstu viku.

Eftir at flestu sendistovur fluttu úr ukrainska høvuðsstaðnum, tá harðast leikað á býin, hava nú fleiri sendistovur latið upp aftur í Kyiv.

 

Í dag kom bretski sendimaðurin aftur til Kyiv, eftir at hava hildið til í ukrainska býnum, Lviv, har vesturi í landinum og í Póllandi eitt skifti.

 

Bretska sendistovan verður hin 28. í røðini, sum letur upp aftur í høvuðsstaðnum, og hetta verður í næstu viku.

 

Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at norska sendistovan í Ukraina framvegis er stongd og er fyribils flutt til Warszawa í Póllandi.