25 ár í starvi hjá Tórshavnar býráð

Fríggjadagin fingu tveir stravsmenn hjá Tórshavnar býráð, Esmar Andreasen og Tróndur Húsgarð, handað gávubrøv frá Boða Haraldson, býarverkfrøðingi í sambandi við, at teir hava verið í starvið hjá býráðnum í 25 ár.

Eirikur Lindenskov


Esmar Andreasen, sum er havnarmaður, byrjaði hjá Tórshavnar Kommunu í 1974 - og var hann í gøtuljósadeildini, sum tá helt til í Bringsnargøtu. Í 1987 flutti deildin oman í vaskaríið í Tórsgøtu og í 1993 varð aftur flutt - hesaferð í gamla verkstaðið hjá Carlo Petersen í Tórsfinsgøtu, har margarinfabrikkin hjá Eli Rubeksen var til fyrst í sjeytiárunum. Har húsast eisini Vatnverkið.

Tróndur Húsgarð byrjaði sum arbeiðsformaður hjá Tórshavnar kommunu tá Kaldbaksvegurin varð gjørdur. Tá hetta arbeiðið var liðugt í 1980, kom hann inn í býin av arbeiða sum arbeiðsformaður, og hevur hann staðið fyri ymsum arbeiðum, eitt nú kloak- og vegaarbeiði eins og øðrum smærri umvælingararbeiðum, sum kommunan sjálv hevur staðið fyri.

Tróndur Húsgarð, sum er ættaður úr Gøtu, er eisini spreingimeistari.