25 ár saman við røskum og álítandi fólki

Mánadagin 1. november 2004 var móttøka hjá Tórshavnar Sløkkiliði við Oyggjarvegin í Havn, í samband við at Andrias Sjóvará hevði 25 ára starvsdag, samstundis sum hann fór frá fyri aldur, 67 ára gamal

Familja, vinir og starvsfelagar vóru komin saman á Brandstøðini hendan dagin at ynskja Andriasi tillukku við starvsdegnum, siga farvæl og takka honum fyri tíðina.
Eisini stukku fleiri fyrrverandi starvsfelagar inn á gólvið.
Jan Christiansen, borgmeistari, helt røðu, og handaði Andriasi gávubræv frá býraðnum.
Eftir at Kartni Jacobsen, brandmeistari, hevði hildi røðu, handaði hann Andriasi heiðurmedaljuna "Hæderstegnet for god tjeneste i brandvæsenet", sum verður givin av justitsministeriinum fyri trúgva tænastu.
Sólrun Jacobsen læs upp ein yrking frá Peter Seloy, fyrrverandi brandmeistara, sum í dag býr í Danmark. Yrkingin var skrivað sum ein heilsan og tøkk til Andrias.
Andrias helt síðan sjálvur ein røðu. Hann mintist tíðina, frá tí at hann byrjaði á gomlu brandstøðini við Varðagøtu fyri 25 árum síðan til dagin í dag.
Tá hann byrjaði, høvdu teir 5 bilar og 16 leysir og fastir brandmenn vóru knýttir at støðini. Nú eru 36 starvsfólk knýtt at støðini, og bilarnir eru 16 í tali.
Andrias segði, at arbeiðið á mangan hátt hevði verið spennandi og avbjóðandi og nevndi tær stóru broytingarnar, sum vóru farnar fram hesi árini.
"Eg havi havt 25 góð ár saman við røskum og álítandi fólki, sum eg komi at minnast aftur á við gleði. Tó vilja tað altíð vera uppgávur, ein vildi verið fyri uttan, men sum ikki kunnu umgangast í einum slíkum arbeiði", segði Andrias.
Andrias er strandingur og útbúgvin maskinsmiður. Hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og fakfelagsarbeiði serstakliga. Hann hevur sitið 11 ár í nevndini í Havnar Handverkarafelag, harav 3 ár sum skrivari og 8 ár sum formaður, Hann hevur eisini sitið í nevndina hjá Tórshavnar Kommunala Starvsmannafelag, har var hann formaður í 9 ár.
Eisini hevur hann altíð havt stóran áhuga í kirkjuligum arbeiði, og seinastu árini hevur hann verið klokkari í Havnar Kirkju.