25 krónur bíligari at sleppa av landinum

FERÐAVINNA Nú verður illa umstrídda ferðaavgjaldið lækkað

Nú skal illa umstrídda ferðaavgjaldið lækkast.
Men tað verður neyvan lækkað so nógv, sum mong høvdu vónað, í hvussu so er ikki í fyrstu syftu.
Hvørja ferð ein ferðaseðil úr Føroyum verður keyptur við Atlantsflogi ella Norrønu, skulu 120 krónur rindast í landskassan í ferðaavgjaldi.
Eftir ætlan skuldi hetta útvega landskassanum eina inntøku á 16 milliónir krónur í ár.
Men nú fíggjarlógin fyri 2013 varð samtykt, varð samstundis ásett, at inntøkan hjá landskassanum av ferðaavgjaldi í ár, skuldi lækkast tríggjar milliónir krónur, úr 16 milliónum, niður í 13 milliónir.
Hetta er ein lækking á sløk sløk 19%, ella góðar 20 krónur fyri hvønn ferðaseðil.
Eftir hesum skuldi ferðaavgjaldið lækkast niður í slakar 100 krónur fyri hvønn ferðaseðil úr Føroyum.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur nú lagt málið fyri Landsstýrið.
Eftir upskotinum, sum nú fyriliggur, skal ferðaavgjaldið lækkað 25 krónur fyri, hvønn ferðaseðil, ella úr 120 krónum, niður í 95 krónur.

Lægri avgjald um veturin
Kortini staðfestir landsstýrismaðurin, at enn er ongin endalig avgerð tikin.
Hann hevur nú lagt spurningin fyri ferðavinnuna til ummælis og fyrrenn svar kemur haðani, verður ongin endalig støða tikin tikin.
Tað er nevniliga als ikki sagt, at hetta verður endaliga úrslitið, at ferðaavgjaldið lækkar 25 krónur yvir ein kamb.
- Tað eru eisini aðrir mátar at lækka ferðaavgjaldið upp á, sigur hann við Sosialin.
Hann vísir á, at eyðvitað eru nógv ferðafólk í Føroyum um summarið, men at tað er meiri soltið, fyri ikki at siga, eiðasørt, um veturin.
Ferðavinnan hevur leingi víst á, at ein máti at menna ferðavinnuna, er at leingja ferðavinnutíðina til eisini at umfata várið, heysti og kanska veturin við.
Í hesum sambandi hava ymsir møguleikar verið umhugsaðir, hvussu ferðafólk kunnu lokkast til Føroya uttanfyri vanliga ferðavinnutíð.
Og Jørgen Niclasen heldur, at í hesum sambandi kann ferðaavgjaldið verða eitt hent amboð.
- At lækka ferðaavgjaldið 25 krónur fyri hvønn ferðaseðil, ger neyvan nakran mun, heldur hann.
Tí hevur hann eisini hugsað møguleikin at hava eitt ymiskt ferðaavgjald, alt eftir, hvør árstíðin er.
- Vit kunnu hugsa okkum, at ferðaavgjaldið verður verandi 120 krónur um summarið, men at tað so afturfyri verður avtikið heilt av um veturin, ella í øllum førum lækkað munandi.
- Tað kundi lokka ferðafólk higar, tí fer avgjaldið at lækka 120 krónur fyri hvønn ferðaseðil, fer tað av álvara at merkjast, sigur landsstýrismaðurin.

Skal strikast
Gongst, sum Løgtingið vil, skal alt ferðaavgjaldið verður avtikið um nøkur ár.
Tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt, heitti Løgtingið samstundis á Jørgen Niclasen um at niðurlagað ferðaavgjaldið so líðandi, til tað heilt er burtur.
- Verður ferðaavgjaldið tikið av, ella lækkað, fær tað fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan. Tí er tað ein spurningur, vit taka upp í sambandi við samráðingarnar um játtanarkarmarnar hesi næstu árini, sigur Jørgen Niclasen.
LES EISINI GREININA: Ger ongan mun