Klokkan 10 í morgun í lat valhølið í Hvannasundi upp, nú fólkið skal taka støðu til um kommunan skal leggja saman við Klaksvík ella ikki. Íalt hava 321 fólk valrætt, og á middegi høvdu 40 teirra verið á vali, og var hetta munandi meiri enn vanligt er við politisk val.
Fyri løtu síðani kundu ein av limunum í valstýrinum, Súsanna Christiansen upplýsa, at 246 fólk høvdu verið á vali.
Orsøkin til stóru undirtøkuna tá kundi vera hon, at nógv fólk er heima í løtuni, ella snøgt sagt tí, at hetta málið hevur so stóran áhuga millum bygdarfólkið.
Valhølið letur aftur um slakar 40 minuttir, og umleið klokkan hálvgum níggju kann eitt úrslit væntast av fólkaatkvøðuni.
Portalurin fylgir málinum í kvøld!