Tað sæst eftir øllum at døma aftur í talinum av deyðum við koronu í USA, at bert 64 prosent av fólkinum eru koppsett.
Talið av deyðum við koronu higartil er nú sambært Johns Hopkins Universiteti oman fyri 900.000.
Í miðal doyggja 2400 fólk í USA við koronu um samdøgrið.
Væntandi er, at talið av deyðum fer upp um miljónina, áðrenn hesin mánaðin er liðin.










